Um okkum
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Løgmannabreyt 73
188 - Hoyvík
Postboks 3027
tlf 302300
Leiðari Sofía Nattestad
tlf 219105
Teldupost sofian@torshavn.fo
Varaleiðari Jensia av Steinum
Trygdarumboð Maria Ludvig
Tlf nr á stovunum
Barnagarðsstovan Aldan tlf 25 07 68
Barnagarðsstovan Glaðan tlf 25 07 61
Vøggustovan Bylgjan tlf 25 07 64
Vøggustovan Báran tlf 25 07 70
Dagstovnurin við Løgmannabreyt lat upp 01. apríl 2003 og liggur í einum stórum grønum umhvørvi við einum avbera góðum og stórum spæliplássi tætt við skúlan á Løgmannabreyt
Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við plantum, trøðum og við nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra seg í :)
Garðurin er uppdeildur við einum stórum garði og einum lítlum garði, har øll børnini á stovninum hava avbera góðar møguleikar at fáa avbjóðingar og upplivingar, alt eftir sínum aldri og førleika :)
· Vit hava eisini ein á, sum rennur ígjøgnum øki í stóra garðinum, sum børnini elska at spæla í og har fáa børnini nógvar fantastiskar góðar løtur og upplivingar :)
· Tætt við ánna hava vit eisini ein flottan bát til børnini at spæla í, sum tey eru sera glað fyri :)
· Stovnurin innan er ljósur og rúmligur, uppdeildur við 4 stovum við spælirúmi og einum felagsrúmi við køki.
· Allar stovurnar hava egnu inngongd og eru í barnahædd við vátrúmið, gongd,wc, stovu og spælirúmið
· Umframt er eitt stórt miðrúm sum felagsøki við góðum køki, sum vit kallað " Mølin " og tað kann brúkast til øll møgulig tiltøk, t.d. felags sangløtu, spøl, rørslu, jólahald, foreldrafundir, starvfólkafundir v.m
· Vøggustovurnar hava eisini eitt gott skiftirúm og rúmligt vognrúm, har gott pláss er fyri øllum barnavognum og koyristólum o.a
· Vøggustovubørnini sova øll vanliga úti í góðum barnavognum, sum stovnurin eigur og hetta halda vit er sera gott fyri børnini, tí tey sova væl úti í frískari luft í einum góðum umhvørvi :)
Møguleiki er eisini at sova inni um tørvur er á tí..
og tvær vøggustovur við børnum í aldrinum 0 -3 ár
- Vit hava ein skúlabólk, sum nú er saman einafer um vikuna í 3 tímar, sí nærri undir skúlabólk
- Vit brúka fimleikahøllina á skúlanum, einafer um vikuna til børnini á skift.
Stovurnar hava allar navn eftir havinum og tær eita;