Starv

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/endurlysing-triggir-namsfrodingar-til-dagstovnin-vid-logmannabreyt-1/

ENDURLÝSING – tríggir námsfrøðingar til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Á Dagstovninum við Løgmannabreyt sóknast vit eftir trimum námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna. Starvsbyrjan er er skjótast til ber. Talan er um føst størv.


Vit sóknast eftir:

  • tveimum námsfrøðingum 30-40 tímar um vikuna til barnagarðsstovu
  • einum námsfrøðingi 30-40 tímar um vikuna til vøggustovu

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv. 


Um okkum

Dagstovnurin við Løgmannabreyt er í Hoyvík og liggur í einum stórum grønum umhvørvi við einum avbera góðum og stórum spæliplássi. 

Vit hava ein deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra og menna seg í. 

Vit hava tvær barnagarðsstovur við 20 børnum, ið eru 3-6 ár og tvær vøggustovur við 11 og 12 børnum, ið eru 0-3 ár.

Á stovninum verða broytingar eftir summarfrítíðina. Nýggjur leiðari byrjar 1. august.

Vit søkja eftir námsfrøðingum, sum vilja vera við til at styrkja og menna fagligheitina á stovninum í samstarvi við nýggja leiðaran og sambært okkara námsætlan, sum eisini sær náttúruna og spæliplássið sum eitt týdningarmikið námsfrøðiligt amboð.


Tí skalt tú velja okkum

Hjá okkum fært tú eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið. Viðurkennandi námsfrøði og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning.

Harafturat eru vit ein stovnur í einum deiligum náttúruumhvørvi, har útilív, rørsla og túrar eru ein partur av gerandisdegnum.


Um teg

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • ert nærverandi og umsorganarfull/-ur
  • vilt virka fyri góðum trivnaði og samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
  • hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
  • hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur yvirlit
  • ert álítandi, tekur ábyrgd, hevur ein jaligan hugburð og ert fyrikomandi
  • dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Vilt tú vita meir?

Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Hildur Samuelsen, stovnsleiðara, á telefon 51 25 77.


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. august 2021 kl. 12.





































































































































































































                                                          



 






 







 



 


 


 
































«2021»Í dag«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Stóru vøggustovubørnini, sum fara í barnagarð í summar vitja Sjósavnið Nýggjastu myndir