Hey tit :) 

Vit mangla Námsfrøðingar til okkara stovn !

  • Ein Námsfrøðing til barnagarðsstovu, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna, at byrja 1.mars ella eftir nærri avtalu..

  • Ein Námsfrøðing til vøggustovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja 1.mars ella eftir nærri avtalu

Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðar avmarkað starv.

Arbeiðstíðin er deild upp við skiftandi vaktum ímillum 7.30 og 17.00. Møguleiki er eisini at arbeiða 40 t/v um tú ynskir tað.

Vit bjóða tær eitt gott og mennandi starv við góðum starvsfeløgum í einum góðum umhvørvi 

Ring og hoyr nærri tlf 219105

Vit gleða okkum at hoyra frá tær  

Um stovnin

Dagstovnurin við Løgmannabreyt er frá 2003, er í Hoyvík og liggur í einum stórum grønum umhvørvi við einum avbera góðum stórum spæliplássi. Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra og menna seg í. 

Vit hava tvær barnagarðsstovur við 20 og 21 børnum 3-6 ár og tvær vøggustovur við 12 børnum 0-3 ár. À stovninum er fjølbroytt virksemi, har vit leggja stóran dent á, at børnini hava tað gott, trívast og mennast og fáa góðar upplivingar :)

Vit leggja stóran dent á eina góða móttøku av børnum og foreldrum, ein góðan trivnað, nærveru og góða relatión, felags ábyrgd og gott samstarv bæði á stovuni og á stovninum sum heild.

Vit søkja eftir námsfrøðingum, sum vilja vera við til at styrkja og menna fagligheitina á stovninum í tøttum samstarvi við Børn og Ung í Tórshavnar kommunu og okkara námsætlan, sum eisini sær náttúrina og spæliplássi, sum eitt týdningarmikið námsfrøðiligt amboð. 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn

Umsókn saman við viðmælum, royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo

Meira fæst at vita at um størvini við at venda sær til

Sofíu Nattestad, stovnsleiðara,

Telefon 219105

Teldupost sofian@torshavn.fo






















  • «2021»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5 6 7
    8 9 10 11 12 13 14
    15 16 17 18 19 20 21
    22 23 24 25 26 27 28
    29 30 31        
    M T M H F L S
    Føstulávintsmyndir 15.febr 2021 Nýggjastu myndir