Kunning um Corona 30. nov 2020

 

Góðu foreldur og avvarðandi

 

Fyri at verja okkara børn, starvsfólk og virksemi í mest møguligan mun ímóti Corona, ynskja vit at seta tilmælini hjá Tórshavnar kommunu í endurminning nú jólini nærkast og familjur umhugsa at fara at ferðast uttanlands.

Almennu tilmælini í samband við ferðing uttanlands eru eisini broytt og umráðandi er at   kunna seg um nýggju almennu tilmælini. Hesi eru at finna á www.corona.fo 

 

Barna- og ungdómsdeildin mælir til:

- At tey, ið eru í sóttarhaldi ikki koma á dagstovnarnar.

- At foreldur, í tann mun tað letur seg gera, hava børn síni heima inntil negativt svar fyriliggur av coronakanning á 6. degi eftir heimkomu, vísandi til almennu tilmælini um at vísa serligt varsemi.

- At øll sum koma til Føroya úr útlondunum, fylgja almennu tilmælunum um at lata seg kanna tríggjar dagar undan fráferð, um tað letur seg gera. At lata seg kanna við heimkomu og aftur á 6. degi eftir heimkomu. Øll ferðandi til landið skulu kannast, tó eru børn yngri enn 12 ár frítikin. Ferðandi skulu fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt.

Sambært almennu tilmælunum verður øll óneyðug ferðing frámælt.

 

Vinarliga

 

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

BØRN OG UNG

Niels Finsens Gøta 31

100 Tórshavn

 





«2021»Í dag«Mar»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Føstulávintsmyndir 15.febr 2021 Nýggjastu myndir