Málsetningur/ Vangamynd

Vit arbeiða út frá Dagstovnalógini og okkara námsætlan, har vit taka støðið í tí einstaka barninum.

Vit vilja geva barninum góðar møguleikar og góðar upplivingar, so barnið kann mennast á øllum økjum í einum mennandi umhvørvi í góðum felagsskapi.

  • Personligar førleikar

  • Sosialar førleikar

  • Mál og samskifti

  • Skapandi evni

  • Kroppur og rørsla

  • Náttúra og umhvørvi

  • Siðir og mentan


Ymiskt er hvussu virksemi verður lagt til rættis á stovunum. Tørvurin er ymiskur og virksemi er lagað eftir aldursbólkinum á stovuni.

Virksemið er leisini litað av teimum dygdum, starvsfólkið á stovuni hevur.

Felags fyri okkum øll er, at stórur dentur verður lagdur á at hava gott foreldrasamskifti.

Vit leggja dent á eina góða móttøku við børnum og foreldrum.

Vit vilja hava ein góðan trivnað á stovninum og eitt gott jaligt samstarv við foreldur.

Fyri at vit skulu kunna geva børnunum ein góðan gerandisdag, er týdningarmikið við góðum samskifti og hetta leggja vit okkum eftir í tí dagliga prátinum. Tit eru altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt prát ella biðja um eina samrøðu og um trupulleikar stinga seg upp, leggja vit stóran dent á, at teir verða loystir á røttum stað.


Okkara Vangamynd er ein góð móttøka


Vit leggja stóran dent á eina góða móttøku av børnum og foreldrum og tað gera vit soleiðis at hvønn morgun er tað eitt starvsfólk sum barnið kennur, sum letur upp á hvørjari stovu.

Tí vit meta at tað er týdningarmikið hjá bæði børnum og vaksnum at fáa eina góða byrjan uppá dagin. Tað at barnið kennir seg vælkomnan og sæddan styrkir sjálvskensluna og sjálvsvirðið hjá barninum

Vit leggja stóran dent á, at hava eitt gott dagligt samskifti við foreldur.

Vit skipa eisini fyri foreldrafundum, foreldraviðtalum, garðdegi og felags jólahaldi v/m

ü  Vit vilja saman við foreldrum draga felags línu barninum at frama, so at barnið/ børnini trívast og mennast á bestan hátt og tað gera vit at arbeiða út frá okkara námsætlanum við støði í einstaka barninum í mun til felagsskapin.

À hvørjum árið, miðskeiðis í juni, bjóða vit teimum nýggju foreldrunum og børnum, sum skulu byrja

í august, at vitja stovnin, fáa eina kunning og heilsa uppá starvsfólkini.

 




 








«2021»Í dag«Jun»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
M T M H F L S
myndir juni 21 Nýggjastu myndir