Um okkum


Dagstovnurin við Løgmannabreyt 

Løgmannabreyt 73 
188 - Hoyvík 
Postboks 3027 
tlf 30 23 00          
Leiðari,  Sofía Nattestad  tlf 219105
Teldupost,  sofian@torshavn.fo
  



                Tlf nr á stovunum


Barnagarðsstovan      Aldan       tlf  25 07 68

Barnagarðsstovan      Glaðan     tlf  25 07 61


Vøggustovan             Bylgjan   tlf  25 07 64


Vøggustovan             Báran     tlf  25 07 70


 



Dagstovnurin við Løgmannabreyt
lat upp 01. apríl 2003 og liggur í einum stórum
grønum umhvørvi við einum avbera góðum og stórum spæliplássi tætt við skúlan á
Løgmannabreyt



Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við plantum, trøðum og við nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra seg í :)



·      
Vit hava eisini ein á, sum rennur ígjøgnum øki í
stóra garðinum, sum børnini elska at spæla í og har fáa børnini nógvar fantastiskar
góðar løtur og upplivingar :)



·      
Tætt við ánna hava vit eisini ein flottan
bát til børnini at spæla í, sum tey eru sera glað fyri  :)



·      
Stovnurin innan er
ljósur og rúmligur, uppdeildur við 4 stovum við spælirúmi og einum felagsrúmi
við køki.



·      
Allar
stovurnar hava egnu inngongd og eru í barnahædd
við vátrúmið, gongd,wc, stovu og spælirúmið



·       Umframt er eitt stórt miðrúm sum felagsøki við
góðum køki, sum vit kallað  " Mølin "  og tað kann
brúkast til øll møgulig tiltøk, t.d. felags sangløtu, spøl, rørslu, jólahald,
foreldrafundir, starvfólkafundir v.m 



·      
Vøggustovurnar hava
eisini eitt gott skiftirúm og rúmligt vognrúm, har gott pláss er fyri
øllum barnavognum og koyristólum o.a



·      
Vøggustovubørnini sova øll vanliga úti í
góðum barnavognum, sum stovnurin eigur og hetta halda vit er sera gott fyri
børnini, tí tey sova væl úti í frískari luft í einum góðum umhvørvi
:)



 






Stovnurin hevur tvær barnagarðsstovur við børnum í aldrinum 3 -7 ár


og tvær vøggustovur við børnum í aldrinum 0 -3 ár

Stovurnar hava allar navn eftir havinum og tær eita;


                                     Aldan - Glaðan - Bylgjan og Báran


Ì  Barnagarðsstovuni Alduni eru nú 21 børn
Ì  Barnagarðsstovuni Glaðuni eru nú 20 børn
Vøggustovan  Bylgjan eru 12 børn
Vøggustovan Báran eru 12 børn


 Tilsamans eru nú 65 børn á stovninum og her starvast 17 starvsfólk