Kunning um Corona 30. nov 2020

 

Góðu foreldur og avvarðandi



 



Fyri at verja okkara børn, starvsfólk og virksemi í mest møguligan mun
ímóti Corona, ynskja vit at seta tilmælini hjá Tórshavnar kommunu í
endurminning nú jólini nærkast og familjur umhugsa at fara at ferðast
uttanlands.



Almennu tilmælini í samband við ferðing uttanlands eru eisini broytt og
umráðandi er at   kunna seg um nýggju
almennu tilmælini.
Hesi eru
at finna á
www.corona.fo 



 



Barna- og ungdómsdeildin mælir til:



- At tey, ið eru í sóttarhaldi ikki koma á dagstovnarnar.



- At foreldur, í tann mun tað letur seg gera, hava børn síni heima inntil
negativt svar fyriliggur av coronakanning á 6. degi eftir heimkomu, vísandi til
almennu tilmælini um at vísa serligt varsemi.



- At øll sum koma til Føroya úr útlondunum, fylgja almennu tilmælunum um at
lata seg kanna tríggjar dagar undan fráferð, um tað letur seg gera. At lata seg
kanna við heimkomu og aftur á 6. degi eftir heimkomu. Øll ferðandi til landið
skulu kannast, tó eru børn yngri enn 12 ár frítikin. Ferðandi skulu fara
beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt.



Sambært almennu tilmælunum verður øll óneyðug ferðing frámælt.



 



Vinarliga



 



TÓRSHAVNAR KOMMUNA



BØRN OG UNG



Niels Finsens Gøta 31



100 Tórshavn